Nøkur stutt og góð orð um persónsdata á MEST

MEST – og okkara persónsdata

Til tess at tryggja, at MEST og vit sum starvsfólk, viðgerða persónsdata trygt og rætt, er hervið ein stutt kunning/áminning. 


Minst til:

Vit skulu ongantíð skráseta meir data enn neyðugt. Heilt privatir upplýsingar um kundar og veitarar skulu ikki skrásetast. Data skal bara goymast so leingi vit hava tørv á goymdu upplýsingunum.


Læs altíð telduna, tá tú fert frá henni (WINDOWS+L)


Rudda tín teldupost – bæði indbakke, sendt post og slettet post (brúka leitiorð í faldaranum til at rudda teldupostar við persónsdata). Persónsdata skal ikki liggja goymt í Outlook. 


Boða frá møguligum trygdarbrotum (datavernd@mest.fo) skjótast gjørligt, og innan 48 tímar! Boða eisini tínum nærmasta leiðara frá. Hvat er eitt trygdarbrot?


Ansa eftir hvørji skjøl tú tekur við tær út frá MEST, ella hevur liggjandi frammi. Ansa somuleiðis eftir at óviðkomandi ikki kunnu lesa data á tínum telduskermi t.d. tá tú brúkar eina farteldu í almenna rúminum, ella hevur viðskiftafólk á vitjan. 


Ansa væl eftir lønarseðlum, sjúkraváttanum, starvsumsóknum, setanarskrivum og líknandi skjølum, og lat ikki slík persónlig skjøl liggja frammi. 

Um tað er neyðugt at printa skjøl við persónsdata út, er alneyðugt at ansa eftir at rættur printari er valdur. Gev eisini gætur, at "job listin" á printaranum ofta vísir heitini á printaðum skjølum, og tí má ansast eftir at heiti á printaða skjalinum ikki inniheldur nakrar viðkvæmar upplýsingar. 


Títt loyniorð er persónligt!


Fylg KT trygdarpolitikkinum hjá MEST


Gev gætur eftir okkara meginreglur fyri viðgerð av persónsdata á MEST:
http://mest-fo.com/apk/10-gdpr-meginregla-fyri-bruk-av-personsdatu/


Um tú ivast, ber altíð til at spyrja! Tú ert vælkomin at senda spurningar og ivamál til datavernd@mest.fo

 

Spyr onkur um innlit?

Um kundar ella veitarar hjá okkum gera vart við seg í samband við persónsdata, skal hetta fráboðast til datavernd@mest.fo og til tín nærmasta leiðara. Um tú sum starvsfólk hevur spurningar ella vilt hava innlit, í samband við tíni persónsdata, ert tú eisini vælkomin at venda tær til datavernd@mest.fo

 

Leinkjur:

KT Trygdarpolitikkur: http://mest-fo.com/apk/kt-politikkur-hja-mest/

 

GDPR faldarin: http://mest-fo.com/apk/datuverndarlogin/

 

Privatlívspolitikkur hjá MEST: https://mest-fo.com/mest/privatlivspolitikkur/

 

30-06-23